OSS (Ofta settir Spurningar)

Hvat er gult.fo?
Vit eru ein fyritøka, sum innflytur teir kendu svensku møblarnar. Tú skrivar bara vørunummarið (artikelnummer) í tilboð fyrispurningar skjalið, og tú fær eitt óbindandi tilboð sendandi við telduposti. Um tú ynskir at taka av tilboðnum, trýstir tú á "tak av tilboð" í teldupostinum, og avgreiðir gjald og annað á gult.fo síðuni. Prísurin á vøruni er við mvg, tá vøran stendur í Føroyum, eingin momsur, eingin tollur, einki roks

 

Hvussu long er veitingartíðin?
Tú kanst vænta 2-3 vikur til vøran verður klár. Tó er vanligt at har eru vørur sum ikki eru á lagri niðri. Hesar vørur vera leveraðar eftirfylgjandi.

 

Hvussu við teimum vørunum, har tað stendur hjá tí danska veitarinum, at tann vøran ikki kann keypast á netinum?
Tað er ikki galdandi fyri Gult.fo. So gott sum allar vørurnar sum tú finnur á heimasíðuni hjá veitarinum, fáast á Gult.fo

 

Hvussu er um eg ynski at umbýta vøru ella angri keypið?:
Tú ert fevnd/ur av føroyskari keypslóggávu. Tú kann býta um og angra, um vøran ikki er pakkað út. Serligar treytir eru fyri servørur sum eitt nú tilgjørdar borðplátur eftir máti. Sí annars keypstreytir her.

 

Kann eg keypa køk á gult.fo?
Ja tað kanst tú, men í løtuni bjóða vit okkum ikki til at tekna køkin saman við tær. Hetta fara vit eftir ætlan at gera seinni. Tað ber tó væl til at skriva vørunummarið (artikelnummer) inn á teimum køksdeilum (frontum, borðplátum, vaskum, hvítvørum o.a.) til køkin, ið tú ynskir, og bíleggja hesar heim.

 

Hvussu veit eg, um tað er tann rætta vøran, sum eg bíleggi?
Allar vørur hava sítt egna vørunummar (artikelnummer). So um tú til dømis hyggur eftir einum skápi, har skápshurðarnar fáast í ymiskum litum, so hevur skápið við bláum skápshurðum sítt egna vørunummar (artikelnummer), meðan skápið við grønum skápshurðum hevur eitt annað nummar. Sama er galdandi fyri hyllar o.a., sum fáast í ymiskum støddum. Hvør stødd hevur sítt egna nummar.  So um um vørunummarið (artikelnummer) er tað sama, so er tað tann rætta vøran, sum tú bíleggur.

 

Ber tað til at keypa til almennar stovnar?
Tað ber væl til at bíleggja vørur til almennar stovnar, og fáa fakturar sendandi. Eisini ber tað til at fáa talgildan faktura, um bókhaldið ynskir hetta. Set teg í samband við okkum á 30 87 00 ella við telduposti til gult@gult.fo