Handilstreytir

Prísir
Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskila. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum ella útgingnum vørum.

 

Gjalding
Bíløgdu vørurnar gjaldast elektroniskt við gjaldskorti, ella við bankaflyting. Kortupplýsingarnar verða sendar bronglaðar millum kunda og gult.fo. Hvørki gult.fo ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Persónsupplýsingar (navn, adressa o.s.fr.) verða ikki bronglaðar. Upphæddin verður trekt av kortinum, tá vøran er á veg.

 

Reklamatión – Skaði ella feilur á vøruni
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost. Tá feilurin er staðfestur kann vøran býtast til reiðan pening ella til nýggja vøru. Tú verður eisini biðin um at gera vart við hetta við levering av vøruni. Tú skalt senda okkum ein teldupost á gult@gult.fo og gjølla greiða frá hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatións rættin. Tá tú sendir vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Gult.fo rindar retur fraktina frá Føroyskari addressu, um skaðin er váttaður.

 

Trúnaður
Upplýsingarnir - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Privatar upplýsingar verða ikki givnar víðari, undantak er tó um hetta er ísamband við levering av vøru. Privatar upplýsingar verða ikki seldar til 3.persón.

 

Cookies
Á Gult.fo nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tí sletta cookies á tínum kagara. Tað er ymiskt frá kagara til kagara, hvussu man ger hetta, men tað kanst tú lesa meiri um hjá veitarinum av tínum kagara.

 

Bílegging
Tá tú bíleggur á gult.fo fært tú sjálvirkandi eina ordraváttan senda við t-post. Hendan ordraváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og gult.fo. Vit tilskila okkum rætt at strika ordran um villa er við prísinum, ella levering av vøru, ella um vøran er útgingin, og líkandi støður. Tá ið ordrin er endaliga avgreiddur, fært tú ein faktura sendandi við t-post, sum er ein bindandi avtala millum teg og gult.fo. Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini nemmari um bíleggjast skal aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á gult.fo

 

Levering
Har sum koyrandi levera okkara egnu bilar vørurna til dyrnar. Har sum tað ikki er koyrandi verður vøran vanliga send við posta, tó vera undantøk gjørd við størri sendingum. Kostnaðurin av leveringini er sett eftir hvat vøran fyllir/vigar.
Vit bíleggja vøru hvørja viku, og vanliga kemur vøran vikuna eftir. Tó kann koma fyri at vøra er útseld niðri, og hevur longri leveringstíð.

 

Samband:

Goymsla: 
Brekkutún 4
188- Hoyvík

Skrásett adressa hjá felagnum:
CEPA sp/f
Lynggøta 15
100 Tórshavn

gult@gult.fo

tlf: 30 87 00